Cinafilm has over 5 million movie reviews and counting …
Sitemap
Search

Last updated: 28 Jun 2026 at 16:24 UTC

Back to movie details

Review of by Grayson D — 02 Jun 2011

Share
Tweet

"Silent Movie" er ein yvirsæddur, ókendur skemtifilmur frá 1976, sum eg leingi hevði viljað at sæð. Eg eri ein stórur fjeppari av Mel Brooks og mær dámdi sera væl hugskotið til søguna. Og eg varð ikki skuffaður!

Søgan er um ein instruktør, Mel Funn (Mel Brooks), sum ætlar sær at gera eitt comeback við at gera ein stumfilm - í 1970'unum! Hann fær hjálp frá sínum vinmonnum Marty Eggs (Marty Feldmann) og Dom Bell (Dom DeLuise). Tað geniala við "Silent Movie" er, at hann faktiskt er ein stumfilmur - t.v.s. ein stumfilmur um ein instruktør, sum roynir at gera ein stumfilm. Deiliga sjálvironiskt!

Hesin filmurin er ein parodi av gomlum stumfilmum og inniheldur tí eina rúgvu av "slapstick"-humori, sum man annars plagdi at síggja í gomlum Chaplin-filmum og "The Three Stooges"-sketjum - og tað riggar! Hesin filmurin er sjúkliga stuttligur allan vegin ígjøgnum. Jokes'nar eru genialar, og Mel Brooks prógvar, at hann dugir sera væl at instruerað "slapstick"-humor. Hann prógvar eisini, at hann er ein góður sjónleikari, tí hann gevur eina góða, trúverdiga framførslu. Marty Feldman gevur ta stuttligastu framførsluna í filminum - hann dugir best at gjøgnumføra fysiskan humor. Dom DeLuise ger eisini eitt gott arbeiði. Søgan er rættiliga simpul og onkuntíð eitt sindur forútsigulig, men tað ger onki, tí filmurin er sjúkliga stuttligur og undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Ein sera stuttligur filmur hjá Mel Brooks.

This review of Silent Movie (1976) was written by on 02 Jun 2011.

Silent Movie has generally received positive reviews.

Was this review helpful?

Yes
No

More Reviews of Silent Movie

More reviews of this movie

Reviews of Similar Movies

More Reviews

Share This Page

Share
Tweet

Popular Movies Right Now

Movies You Viewed Recently

Get social with CinafilmFollow us for reviews of the latest moviesCinafilm - TwitterCinafilm - PinterestCinafilm - RSS