Cinafilm has over 5 million movie reviews and counting …
Sitemap
Search

Last updated: 19 Jul 2026 at 12:08 UTC

Back to movie details

Review of by Eirikur B — 14 May 2011

Share
Tweet

Ein tann besti skemtifilmurin hjá Steve Martin. Høvuðspersónurin, Neal Page (Steve Martin), skal ferðast úr New York til Chicago fyri at halda Thanksgiving saman við familjuni, men tá ið flogferðslan verður steðgað orsakað av veðrinum, noyðist hann at ferðast eftir vegnum saman við einum vælmeintum, men rokasligum sølumanni, Del Griffith (John Candy). Hetta førir til ein sera stuttligan "road movie", har alt, ið kann ganga galið, gongur galið.

Framførslurnar eru genialar. Martin og Candy eru ein perfekt kombinatión, tí teir eru báðir dámligir og stuttligir á hvør sín egna máta - og tað riggar eisini, av tí at persónleikarnir hjá Page og Griffith eru púra mótsættir. Martin er perfektur til høvuðsleiklutin, tí hann dugir sera væl at vera irriteraður og frustreraður á ein stuttligan, undirhaldandi máta. Candy ger eisini eitt fantastiskt arbeiði. Del Griffith er ein klossutur, rokasligur persónur, sum man ikki klárar at lata vera við at dáma - men samstundis skilir man, hví Neal Page heldur hann vera irriterandi. Hesin filmurin er undirhaldandi allan vegin ígjøgnum og, sum sagt, sjúkliga stuttligur. Allar jokes'nar eru góðar og eg flenti fleiri ferðir. Martin og Candy eru sera stuttligir á hvør sín egna máta og teirra samanspæl riggar perfekt. Vit fáa eisini av og á eitt sindur av drama og tær senurnar rigga eisini væl, orsakað av góðum framførslum og væl skrivað dialog.

Eitt annað, ið mær dámar væl, er, at filmurin vísir alt, ið kann ganga galið, tá ið man ferðast. Hann vísir, hvussu stressandi tað kann vera at ferðast, og tað er ein trupulleiki, sum tey flestu kenna til. "Planes, Trains and Automobiles" er ein yvirsæddur klassikari við genialum skemti, eini undirhaldandi søgu og stuttligum framførslum frá Martin og Candy - og hann er faktiskt skrivaður og instrueraður av John Hughes, tann sami maðurin, ið skrivaði manuskriptið til "Home Alone" (og hesin filmurin er, eftir mínari meining, betri enn "Home Alone").

This review of Planes, Trains and Automobiles (1987) was written by on 14 May 2011.

Planes, Trains and Automobiles has generally received very positive reviews.

Was this review helpful?

Yes
No

More Reviews of Planes, Trains and Automobiles

More reviews of this movie

Reviews of Similar Movies

More Reviews

Share This Page

Share
Tweet

Popular Movies Right Now

Movies You Viewed Recently

Get social with CinafilmFollow us for reviews of the latest moviesCinafilm - TwitterCinafilm - PinterestCinafilm - RSS