Cinafilm has over 5 million movie reviews and counting …
Sitemap
Search

Last updated: 05 Jun 2026 at 04:57 UTC

Back to movie details

Review of by Luis V — 23 Jul 2011

Share
Tweet

"Plan 9 from Outer Space" er ein sci-fi "ræðufilmur" frá 1956, instrueraður av Ed Wood, ið varð róptur tann vánaligasti instruktørurin nakrantíð. Hetta er hansara kendasti filmur og tað er ein tann vánaligasti filmurin, eg nakrantíð havi sæð. Men mær dámar hann kortini. Hví? Tí hann so vánaligur, at hann er sjúkliga stuttligur - við øðrum orðum: "So bad, it's good".

Fyri tað fyrsta, dialogurin er láturligur og gevur ofta onga meining. Til dømis, ein maður sær eina UFO og sigur seinni við konuna hjá sær, at UFO'in var formað sum ein cigar - men tað var hon ikki. Filmurin er eisini fullur av minniligum, láturligum sitatum sum t.d. "Future events such as these will affect you in the future".

Søgan er vánalig, ósamanhangandi og gevur onga meining. Framførslurnar eru eisini vánaligar. Nøkur deyð fólk rísa upp úr grøvunum, gerast "zombi'ir" (eg veit ikki, hvussu tað stavast á føroyskum) og ganga runt við bà 1/2ttum andlitsbráum. Framførslurnar hjá leikarunum, sum spæla zombi'irnar, eru so vánaligar, at man flennir bara at teimum. Ja, Ed Wood dugir als ikki at instruera sjónleikarar.

Effektirnar eru eisini sera vánaligar. UFO'irnar eru bert lítlar modellir, ið hanga í bondum - eg lúgvi ikki! Og tey hanga onkuntíð framman fyri einum løriti, ið skal fyristilla sær at vera himmalin. Tað er ómøguligt at lata vera við at flenna, tá ið man sær tað. Eg kundi nevnt fleiri feilir, tí hesin filmurin kiksar á øllum økjum.

Um eg skuldi givið filminum ein karakter fyri tað filmtekniska, so hevði tað verið 0,5. Men tíbetur er hann so mikið vánaligur og láturligur, at hann er stuttligur og undirhaldandi at hyggja eftir. Eg flenti í næstan hvørjari einastu senu, so eg má siga, at hesin filmurin er gott undirhald. Hann er í hvussu er verdur at hyggja eftir fyri eitt gott grin.

This review of Plan 9 from Outer Space (1957) was written by on 23 Jul 2011.

Plan 9 from Outer Space has generally received mixed reviews.

Was this review helpful?

Yes
No

More Reviews of Plan 9 from Outer Space

More reviews of this movie

Reviews of Similar Movies

Review of

By on 07 Feb 2011

I suppose itâ…

Read Review

More Reviews

Share This Page

Share
Tweet

Popular Movies Right Now

Movies You Viewed Recently

Get social with CinafilmFollow us for reviews of the latest moviesCinafilm - TwitterCinafilm - PinterestCinafilm - RSS