Cinafilm has over 5 million movie reviews and counting …
Sitemap
Search

Last updated: 13 Jun 2026 at 03:59 UTC

Back to movie details

Review of by Armando — 19 Jan 2011

Share
Tweet

Mær dámar væl Will Ferrell. Hann kann vera sera stuttligur, t.d. í "Anchorman" og "Elf". Men nú er hann blivin til ein "hit and miss"-komikara, t.v.s. ein sum antin er sera stuttligur ella keðiligur ("Kicking and Screaming" var nokkso óinteressantur).

"Land of the Lost" er ein miseydnaður skemtifilmur. Will Ferrell ger sítt besta og mær dámdi hansara figur, men eg helt hann ikki vera so ræðuliga stuttligan. Danny McBride ger eitt gott arbeiði, men hansara jokes eru oftast vánaligar og tað er ikki hansara skyld, tað er tað vánaliga manuskriptið. Jorma Taccone (kendur sum tann nørdaligi hálvbeiggin í "Hot Rod") er kiksaður og keðiligur sum Chaka. Humorin er oftast vánaligur og alt for gamaldags - eg kundi tikið eitt dømi, men eg tími ikki, tí tær flestu vánaligu jokes'nar eru antin fúlar ella ólekkrar. Søgan hevur eitt interessant hugskot um, at fortíðin og framtíðin eru blandað saman, men tann endaliga søgan gevur næstan onga meining. Á tí ljósu síðuni, so eru effektirnar flottar og nakrar action-senur eru spennandi. Men sum heild riggar tað yvirhøvur ikki at blanda SciFi-action og ólekkran humor. Tað følist alt for ójavt.

This review of Land of the Lost (2009) was written by on 19 Jan 2011.

Land of the Lost has generally received mixed reviews.

Was this review helpful?

Yes
No

More Reviews of Land of the Lost

More reviews of this movie

Share This Page

Share
Tweet

Popular Movies Right Now

Movies You Viewed Recently

Get social with CinafilmFollow us for reviews of the latest moviesCinafilm - TwitterCinafilm - PinterestCinafilm - RSS