Cinafilm has over 5 million movie reviews and counting …
Sitemap
Search

Last updated: 11 Jun 2026 at 01:35 UTC

Back to movie details

Review of by Ian S — 17 Apr 2011

Share
Tweet

Ein sannur klassikari hjá Steven Spielberg. Hann hevur ikki bara instruerað filmin, men eisini skrivað tað geniala manuskriptið. Fantastiskt arbeiði, sigi eg bara!

"Close Encounters of the Third Kind" er ein fantastiskur alien-filmur av nógvum orsøkum. Fyri tað fyrsta av tí, at tað ikki er ein kliché-agtigur alien-filmur, har ið rúmdarverur royna at hertaka ("invadera") jørðina. Í staðin fáa vit eina sera originala, spennandi, gátuføra søgu, sum eg helst ikki vil avdúka nógv av.

Søgan er uppbygd sum ein gáta: Gátufør, yvirnátúrlig ting byrja at henda, og fólk byrja at síggja UFO'ir flúgva framvið. Manuskriptið hjá Spielberg er sera væl skrivað, tí tann gátuføra søgugongdin riggar perfekt - eg var sjálvur líka forvitin eftir svari sum persónarnir í filminum. Eg elski eisini, at Spielberg gevur pláss fyri eini søgugongd um, hvussu lívið hjá høvuðspersóninum, Richard Dreyfuss, verður ávirkað av teimum løgnu hendingunum, sum fara fram.

Effektirnar eru sera flottar fyri einum filmi, sum er útgivin í 70'unum. Tónleikurin hjá John Williams er fantastiskur (sum vanligt). Temasangurin er minniligur og fangandi, og eg fekk hann faktiskt fastan í høvdið.

Richard Dreyfuss er heilt fantastiskur í høvuðsleiklutinum. Hann byrjar (stutt sagt) at fáa løgnar, sálarligar trupulleikar, og tað útviklast spakuliga á ein perfektan, realistiskan máta - familjan stúrir fyri honum og hann klárar ikki at steðga tí, hóast hann vil. Hendan søgugongdin er fangandi og áhugaverd allan vegin ígjøgnum, orsakað av m.a. ta geniala manuskriptinum og framførsluni hjá Dreyfuss. Og endin á filminum er heilt fantastiskur.

This review of Close Encounters of the Third Kind (1977) was written by on 17 Apr 2011.

Close Encounters of the Third Kind has generally received very positive reviews.

Was this review helpful?

Yes
No

More Reviews of Close Encounters of the Third Kind

More reviews of this movie

Reviews of Similar Movies

More Reviews

Share This Page

Share
Tweet

Popular Movies Right Now

Movies You Viewed Recently

Get social with CinafilmFollow us for reviews of the latest moviesCinafilm - TwitterCinafilm - PinterestCinafilm - RSS