Review of Clerks (1994) by Eirikur B — 22 Nov 2011
"Clerks" er ein simpul søga um ein mann, Dante Hicks (Brian O'Halloran), sum hatar sÃtt keðiliga arbeiði: Kassamaður à einari kiosk. Hansara dovni vinmaður, Randal Graves (Jeff Anderson), er kassamaður à einum video-handli beint við sÃðuna av. Ein dagin, tá ið Dante eigur at hava frÃ, verður hann brádliga kallaður til arbeiðis og sÃðan fylgja vit hansara keðiliga arbeiðsdegi, har hann brúkar meira tÃð til at práta við Randal enn at arbeiða.
"Clerks" er ein "low budget"-filmur við eini simplari søgu, og tað ger hann til nakað serligt. Søgan er simpul, men sera góð og viðkomandi, tà hon vÃsir, hvussu tað er at hava eitt keðiligt arbeiði - og ta støðuna kunnu so at siga øll sÃggja seg sjálvi Ã. Mær dámar sera væl høvuðspersónarir, Dante og Randal, tà teir eru bara vanligir, realitiskir persónar, sum eru lættir at relatera til. Tað er áhugavert og stuttligt at sÃggja, hvussu Dante irriterast av sÃnum arbeiði og roynir at fáa tÃðina at ganga. Randal er eisini dámligur og stuttligur. Honum dámar heldur ikki sÃtt arbeiði og brúkar tà tÃðina til at dovnast og vera óreinur við viðskiftafólkini. Harafturat syrgja tveir aðrir menn, Jay og Slilent Bob, fyri nøkrum stuttligum jokes'um av og á.
Eitt tað besta við filminum er dialogurin. Instruktørurin, Kevin Smith, hevur skrivað eitt gott manuskript, tà hann hevur sera gott skil fyri stuttligum, realistiskum dialogi. Skemtið er eisini gott, hóast tað ofta er sera vulgert. Summar jokes eru ólekkrar, men eg flenti kortini fleiri ferðir. Harafturat hevur filmurin eina "low budget"-sjarmu, um man kann siga soleiðis. Tað hevur sÃna sjarmu, at hann er nokkso bÃligt gjørdur og inniheldur bert ókendir sjónleikarar.
Eg havi bert tveir kritikkir. Filmurin er eitt lÃtið sindur langdrigin à seinnu helvitini og summar jokes eru eitt sindur ov ólekkrar og vulgerar til mÃn smag. Men tað er ikki stórir trupulleikar. Sum heild dámdi mær væl "Clerks". Tað er ein vulgerur, men stuttligur, áhugaverdur og viðkomandi filmur.
This review of Clerks (1994) was written by Eirikur B on 22 Nov 2011.
Clerks has generally received very positive reviews.
Was this review helpful?
